Trý deyð í royndarrúmi á størstu verksmiðjuni hjá Hyundai

Trý fólk vórðu funnin í óviti, tá tey vóru í ferð við at royna ein bil í einum royndarkamari. Hyundai biður um umbering.

Verksmiðjan hjá Hyundai í Ulsan, har tey trý fólkini lótu lív í dag, er tann størsta hjá bilaframleiðaranum við egnari havn. (Arkivmynd). - Mynd: Udo Weitz/Ritzau Scanpix

Myndugleikarnir í Suðurkorea hava sett í verk kanning av bilaframleiðaranum Hyundai, eftir at trý fólk doyðu undir eini biltest.

Tað upplýsir løgreglan fyri tíðindastovuni Reuters.

Tey trý fólkini vórðu funnin í óviti inni í einum bili umleið klokkan 15 lokala tíð, meðan tey vóru í ferð við at royna bilin inni í einum testkamari.

Sambært Reuters skriva lokalir miðlar, at fólkini vóru kvald.

Ein løgreglumaður greiðir frá, at løgreglan hendingina og orsøkina.

Í eini fráboðan harmast Hyundai um hendingina, sum hendi á verksmiðjuni hjá bilframleiðaranum í Ulsan.

Samstundis boðar Hyundai frá, at tey fara at samstarva við allar viðkomandi myndugleikar um at avdúka orsøkina til hendingina.

Verksmiðjan í Ulsan er tann størsta hjá Hyundai. Hon hevur egið havnavirki og hevur eina árliga framleiðsluorku uppá 1,4 milliónir bilar. Av hesum eru 1,1 milliónir útfluttir.

Í november 2023 fór Hyundai undir at byggja eina nýggja stóra verksmiðju í Ulsan til at framleiða el-akfør í Suðurkorea.

 

/Ritzau/

 

Verksmiðjan hjá Hyundai í Ulsan, har tey trý fólkini lótu lív í dag, er tann størsta hjá bilaframleiðaranum við egnari havn. (Arkivmynd). - Mynd: Udo Weitz/Ritzau Scanpix