Myndin, sum er av frystilínuskipinum Klakki, er tilvildarlig. Myndamaður er Dávur Winther

Trý frystilínuskip koma inn at landa í næstu viku

- Streymurin er harður, men batnar, sum næsta vika gongur. Veðrið verður ikki gott. Tí verður ikki roknað við nøkrum serligum útróðri teir næstu dagarnar

Myndin, sum er av frystilínuskipinum Klakki, er tilvildarlig. Myndamaður er Dávur Winther

Tað eru tvey størri ísfiskalínuskip eftir í flotanum, og á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at bæði liggja við bryggju.

 

Hinvegin eru trý frystilínuskip í íslendskum sjógvi, harav tvey koma inn at landa í vikuni sum kemur.

 

- Fýra frystilínuskip fiska undir Føroyum, og av teimum kemur eitt inn at landa í næstu viku. 

 

Lagt verður aftrat, at restin av línuskipunum liggja við bryggju í løtuni, men væntandi loysir okkurt frystilínuskip aftrat fyrsta dagin.

 

- Streymurin verður harður, men batnar, sum næsta vika gongur. Veðrið verður ikki gott. Tí verður ikki roknað við nøkrum serligum útróðri teir næstu dagarnar.

 

Tað er tó ikki óhugsandi, at onkur av teimum størru útróðrarbátunum ger onkran túr í vikuni sum kemur.

 

 

 

Myndin, sum er av frystilínuskipinum Klakki, er tilvildarlig. Myndamaður er Dávur Winther