Trygd hevði 19,2 mió. kr. í avlopi

Góð úrslit hjá Trygd í 2024

Tíðindaskriv:

 

Trygd kann staðfesta eitt gott úrslit fyri 2024 við einum avlopi á 23,3 mió. kr. fyri skatt. Tryggingarinntøkurnar øktust, og íløguavkastið var gott, og harumframt fingu sera nógvir tryggingartakarar ágóðan av síni trygging, tí munandi fleiri skaðar vórðu fráboðaðir í 2024, enn árið fyri.

 

”Vit fegnast um gongdina við burðardyggum vøkstri og góðum íløguavkasti. Vit arbeiða alsamt við at betra um kundatænastuna og fegnast um, at kundanøgdsemið er gott. Í Trygd leggja vit dent á at tálma rakstarútreiðslunum, samstundis sum neyðugar íløgur verða gjørdar í talgilding og menning og dagføring av skipanum”, sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd.

 

Avlopið eftir skatt var 19,2 mió. Úrslitið er gott, hóast tað er nakað lægri enn árið fyri. Umframt at vera merkt av øktum skaðaendurgjøldum er úrslitið eisini merkt av, at avsetingarnar til skaðar, sum broytast yvir longri tíðarskeið, vórðu hækkaðar fyri at langtíðartryggja fíggjarligu støðuna hjá felagnum.

 

Inntøkurnar frá tryggingargjøldum vuksu við 9,6 mió. kr. til 178,3 mió. kr. í fjør. Útreiðslurnar til skaðaendurgjøld vuksu lutfalsliga meiri, við 15,9 mió. kr. til 114,5 mió. kr.

 

Vøksturin í tryggingarinntøkum komst serliga av meirsølu til verandi kundar, tilgongd av nýggjum kundum og prísvøkstri á tryggingargjøldum. Øktu skaðaútreiðslurnar eru serliga orsakað av fleiri skaðafráboðanum enn undanfarin ár, umframt at umvælingarkostnaðurin fyri skaðar støðugt dýrkar.

 

Umráðandi at dagføra tryggingar javnan

 

Tryggingartørvurin broytist so hvørt sum lívsumstøðurnar broytast. Tí er tað sera umráðandi, at tryggingar verða dagførdar javnan.

 

”Vit vilja so fegin, at fólk gerast varug við hetta. Um skaði hendir, og tryggingarnar ikki eru í lagi, kann tað hava við sær álvarsligar avleiðingar fyri einstøku familjuna. Tí arbeiða vit støðugt við at gera tað lætt fyri fólk at vera rætt og væl tryggjað. Av somu orsøk er eisini umráðandi fyri okkum at veita skjóta og góða skaðaviðgerð. Tað skal vera lætt at fáa endurgjald fyri dekkaðar skaðar”, sigur Anna Mohr Holm.

 

Tað er lætt at boða frá skaðum umvegis nýggju heimasíðuna hjá Trygd – serliga á telefonini. Hetta er ein liður í arbeiðinum at gera tað lættari at vera kundi. Kundanøgdsemiskanningin í 2024 vísti nøgdar kundar, sum siga seg fáa góða tænastu, so tað hevur virði at leggja alsamt størri dent á kundasambandið.

 

Úrslitini í tølum:

 

  • Avlop fyri skatt: 23,3 mió. kr.
  • Tryggingartekniskt úrslit: 14,9 mió. kr.
  • Bruttoinntøkur frá tryggingargjøldum: 178,3 mió. kr.
  • Endurgjaldsútreiðslur: 114,5 mió. kr.