Trýssaradagur hjá byggifelagnum Articon

Í gjár hevði Articon kunnandi tiltak fyri teimum starvsfólkum sínum, sum eru vorðin trýss ár og eldri. Upplýst varð um tilboð og møguleikar á arbeiðsmarknaðinum, tá ið man fer um tann aldur.

 

Summi av starvsfólkunum hava valt at fara upp á pensión, men onnur arbeiða enn fulla tíð, hóast tey hava sneitt um hálvfjerðs.

 

Byrjað varð tíðliga seinnapart. Lagt varð fyri í elementhøllini hjá Articon á Sundi, har Jón Sigurdsson, stjóri, beyð starvsfólkunum vælkomnum, og síðan var rundferð við Kaj Wacher, hallarleiðara, ið fortaldi, hvussu elementhøllin er innrættað, og hvussu alt arbeiðið har gongur fyri seg.

 

So varð farið á Hotel Hafnia. Her greiddi leiðslan hjá Articon frá um virksemi og framtíðarætlanir felagsins, og BankNordik kunnaði um pensiónir og tryggingar.

 

Rundað varð av við einum góðum døgurða og nøkrum fínum countrysangum frá Magna Christiansen.

 

Fyrstu ferð, Articon hevði trýssaradag, var í 2019. Tá sum nú var niðurstøðan, at tørvur er á slíkari kunning, so vit skipa fyri henni aftur næstu ferð.