Túgvusteinur hevði róðurtrupuleikar

Kl.:22:00 í gjárkvøldi, 25 mars boðaði skiparin umborð á Túgvusteini, at teir høvdu trupulleikar við róðrinum, og spurdi um sleip til lands.

 

Hetta skrivar Vørn á vorn.fo.

 

Túgvusteinur var til fiskiskap, góðar 38 fjórðingar vestanfyri Sandoydni.

 

Brimil var hjá Túgvusteini ein tíma aftaná, og Túgvusteinur er sleipaður til Havnar, har teir kunnu umvæla brekið á róðrinum.

 

 

 

Myndirnar hevur Eliesar Jakobsen tikið, skrivar vorn.fo.