Tá løgreglan máldi ferð á Fuglafjarðarvegnum í gjárkvøldið vórðu trý mál skrivað. Í øllum trimum førunum koyrdu bilførararnir alt ov skjótt. Teir vórðu máldir til at koyra ávikavist 118 km um tíman, 126 km um tíman og 134 km um tíman.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at allir tríggir missa koyrikortið treytað og fáa eina bót. Men tveir av førarunum vóru ungir og høvdu havt koyrikortið í styttrið tíð enn tvey ár. Teir fáa koyriforboð, til teir hava klárað eina eftiransandi koyriroynd.
Tann bilførarin, sum koyrdi 134 km um tíman var, um vit so kunnu siga, heppin, at hann ikki varð máldur at koyra 2 km um tíman skjótari, tí so misti hann koyrikortið treytaleyst.