Flestu partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, og væntandi er, at onkur pør koma inn at landa í næstu viku.
- Øll skipini fiska upsa, og tey fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga toski, longu, hvítingi og hýsu.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at fiskiskapurin hjá partrolarunum kundi verið betri.
Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði, og teir koma inn at landa fyrst í næstu viku. Ein frystitrolari fiskar eisini svartkalva.
Lagt verður aftrat, at havrannsóknarskipið Jákup Sverri er á Føroyabanka. Teir koma inn at landa mikudagin.
Í løtuni eru bara tveir av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Báðir fiska havtasku og koma inn at landa í næstu viku.
Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku, og skipini hava brúkiligan fiskiskap.
- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.