Tvey fingu koyriforboð

Tvey fólk fingu í gjár koyriforboð, tá tey vórðu tikin fyri at koyra ov skjótt

Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðmátingar í bygdum øki í Eysturoy, vórðu tríggir bilførarar skrivaðir fyri at koyra ov skjótt. Teir koyrdu ávikavist 74, 95 og 85 í bygdum øki, har einans loyvt er at koyra 50 km um tíman. Tveir av hesum bilførarunum, teir sum koyrdu 95 og 85, vóru so ungir og høvdu havt koyrikortið so stutt, at teir verða hildnir í styttri tjóðri, at teir fingu koyriforboð, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Um middagsleitið í gjár var ein bilførari í Suðuroy tikin fyri rúsdrekkakoyring. Og í Klaksvík var ein bilførari tikin fyri at koyra koyra við barni, sum ikki sat íbundið, og so tosaði bilførarin eisini í fartelefon.