Myndin er av frystilínuskipinum, Kambi, og hon er tilvildarlig.

Tvey línuskip á veg heim av Flemish Kap

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin er brúkiligur, og veðrið verður gott. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri hesa vikuna.

Myndin er av frystilínuskipinum, Kambi, og hon er tilvildarlig.

Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip og tveir størri útróðrarbátar við egningamaskinu til fiskiskap.

 

- Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Øll skipini koma inn at landa í vikuni.

 

Á Fiskamarknaði F'øroya vita tey at siga, at trý frystilínuskip eru undir Føroyum, tvey sigla heim av Flemish Kap, og eitt frystilínuskip er á veg yvir á Flemish Kap.

 

- Eitt frystilínuskip er eisini í NEAFC-øki vestanfyri Skotlandi, verður lagt aftrat.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin er brúkiligur, og veðrið verður gott. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri.

 

- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er smáligur. Bátarnir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa, verður lagt aftrat.

 

Myndin er av frystilínuskipinum, Kambi, og hon er tilvildarlig.