Tvøroyrar Hornorkestur várkonsert í SALT í kvøld

Í kvøld, týskvøldið 29. apríl kl. 20.00, hevur Tvøroyrar Hornorkestur várkonsert í SALT.

Verið hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga løtu, við góðum horntónum, sigur orkestrið.

Orkestrið er einasta hornorkestur í Suðuroynni, og er kent fyri at seta dám á, tá tiltøk eru í Suðuroynni, bæði jólahald, flaggdagshald, jóansøku og annað.

Og javnan hevur Tvøroyrar Hornorkestur konsertir.

Leiðari hjá Tvøroyrar Hornorkestri er Tróndur Enni.