Týskland sigur skaðar á kaðalar í Eystursjónum er sabotasja

Týskland metir, at talan var um sabotasju, tá tveir datakaðlar í Eystursjónum fingu skaða.

Týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius, hevur illgruna um, at tveir datakaðlar hava fingið skaða við vilja. - Mynd: Nicolas Tucat/Ritzau Scanpix

Sambært Reuters upplýsir týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius, hetta.

– Eingin trýr, at hesir kaðalar eru kliptir av tilvild. Eg trúgvi heldur ikki, at akker av tilvild elvdu til skaðan á kaðalarnar, segði Boris Pistorius týsdagin áðrenn fund við hinar verjumálaráðharrarnar í ES í Brússel.

Tveir datakaðlar, sum eru millum Finnland og Týskland og millum Svøríki og Litava, fingu skaða.

Ógreitt er, nær tað hendi, men órógv varð skrásett í tí eina kaðalinum, sum gongur millum Svøríki og Litava sunnumorgunin.

 

/Ritzau/

 

 

Týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius, hevur illgruna um, at tveir datakaðlar hava fingið skaða við vilja. - Mynd: Nicolas Tucat/Ritzau Scanpix