U17 landsliðini kappast um NEVZA meistaraheitini

Føroysku U17 landsliðini fyri bæði gentir og dreingir eru í løtuni í Ikast í Danmark, har tey frá í dag til mikudagin luttaka í árligu kappingunum um NEVZA meistaraheitini

Føroysku U17 landsliðini fyri bæði gentir og dreingir eru í løtuni í Ikast í Danmark, har tey frá í dag til mikudagin luttaka í árligu kappingunum um NEVZA meistaraheitini. NEVZA er eitt av sonevndu økjunum undir CEV, sum skipa sjálvstøðugar kappingar og er NEVZA samansett av øllum norðurlondum og Onglandi. Liðini bæði fóru av landinum í gjár og koma aftur til Føroyar hósdagin.

Við í kappingini hesuferð hjá bæði gentum og dreingjum eru Danmark, Noreg, Svøríki, Ísland, Ongland og Føroyar. Genturnar eru komnar í innleiðandi bólk saman við Íslandi og Onglandi, meðan dreingirnir eru komnir í innleiðandi bólk við Noreg og Onglandi.

Innleiðandi dystirnir í bólkunum verða spældir í dag. Vinnararnir av bólkunum koma beinleiðis í semifinalurnar, sum verða leiktar í morgin, meðan nr. 2 og nr. 3 í bólkunum í morgin leika fyri at koma í semifinalurnar. Finalurnar verða leiktar mikudagin og sama er galdandi fyri dystirnar um 3. og 5. plássini. Bæði liðini leika fyrsta dystin ímóti Onglandi. Dreingirnir leika í dag kl. 12.00 føroyska tíð, ímeðan genturnar leika kl. 14.15.

Nærri upplýsingar um dystarskrá og stroyming finnast her: www.nevza.org/volleyball-u17-championships-in-ikast-denmark/

Stroymingin verður framleidd av einum bólki í NEVZA, sum arbeiðir við at betra varpingina av dystum í norðurlondum, har Føroyar longu er rættuliga frammalaage.  Í hesum bólkinum luttekur Hans Simonsen, sum er leiðari av allari varping av dystum hjá Flogbóltssambandi Føroya.

Genturnar, sum eru úttiknar til U17 landsliðið eru:

Sofía Weihe Simonsen, SÍ

Anja Sólja Niclasen, SÍ

Lív Bára Hansen, Fleyr

Brynja Jákupsdóttir, Fleyr

Saranja Mouritsen, Fleyr

Bára Leonsson Mouritsen, Fley

Tóta Búadóttir, Fleyr

Ranja Jóhannesdóttir Magnussen, TB

Bjørk Lunell Bruhn, TB

Ása Thorkildshøj, KÍF

Nicola Toftegaard, Ikast KFUM

Rikka Allansdóttir Joensen, DHV Odense

Venjaratoymið:

Høvuðsvenjari: Kristian Mikkelsen

Hjálparvenjari: Annika á Stongum

Liðleiðari: Lena í Buð

Fysioterapeutur: Sissal Abrahamsen

Dreingirnir, sum eru úttiknir til U17 landsliðið eru:

Hákun Nón, ÍF

Silas Poulsen, SÍ

Elias Ellingsgaard, SÍ

Eli Hansen, Ternan

Filip Simonsen, Fleyr

Róar í Haraldsstovu, SÍ

Tóki í Haraldsstovu, SÍ

Filip Ilic, ÍF

Vuk Ilic, ÍF

Adrian Lind Jacobsen, Ternan

Árni Lamhauge Mohr, ÍF

Harry Højgaard, Ternan

Venjaratoymið:

Venjari: Cristian Imhoff

Hjálparvenjari: Vukasin Nedeljkovic

Liðleiðari: Jónley Poulsen

Fysioterapeutur: Sissal Abrahamsen