U19: Hópurin til venjingarlegu úttikin

Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari hevur úttikið 18 spælarar til venjingarlegu á Svangaskarði 24. – 26. mars

Sum fyrireiking til EM undankappingina í Armenia um tríggjar vikur, verður U19 landsliðið við gentum savnað á venjingarlegu á Svangaskarði næsta vikuskifti.

 

Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hesar 18 spælararnar til venjingarleguna:

 

Kristina D Gásdal, 07 Vestur

 

Bára Jansdóttir, 07 Vestur

 

Lisa Haraldsen, 07 Vestur

 

Jovina av Skarði, B36

 

Ester Ellingsgaard, B36

 

Sarita Petersen, EBS/Skála

 

Marita Lisberg, EBS/Skála

 

Natalia Dansdóttir Olsen, EBS/Skála

 

Malena Olsen, KÍ

 

Lóa Samuelsen, KÍ

 

Maria V. Johansen, KÍ

 

Jancy Mohr, KÍ

 

Jórun Najma Patawary, KÍ

 

Rakul Sørensen, Víkingur

 

Gunnvá Lutzen, Vildbjerg

 

Sólja Ernstdóttir, Vildbjerg

 

Anna Katrina Mikkelsen, AaB

 

Anna Brændstrup, HB Køge

 

Í EM undankappingini eru Føroyar í bólki saman við Armenia og Malta, og dystirnir verða spældir 7. og 11. apríl.