Í morgin fyrrapart klokkan 10.45 spælir føroyska U21-landsliðið triðja og seinasta dystin í innleiðandi bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Póllandi.
Mótstøðliðið verður Rumenia, ið vann 29-25 (15-12) á Íslandi, og 28-27 (12-17) á Norðurmakedonia.
Við sigri ella javnleiki vinna Føroyar seg til ovara millumumfarið. Tapa okkara kann Ísland fara við plássinum í ovara millumumfarinum við einum sigri á Norðurmakedonia.
Hóast Rumenia hevur fýra stig, og Føroyar hava trý stig, so eru Føroyar merkiliga stórir favorittar hjá sjey altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 1,32.
Miðaloddsini upp á rumenskan sigur eru 4,22.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 10,46.
HER eru oddsini:
##med2##