Ukraina hevur fingið amerikanskar stríðsvognar

Í dag váttar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at Abram-stríðsvognar nú eru komnir til landið.

- Hetta eru góð tíðindi frá verjumálaráðharranum, Rustem Umerov, sigur ukrainski forsetin.

Volodymyr Zelenskyj vísir á, at Abram-stríðsvognarnir nú skulu styrkja ukrainsku herliðini.

- Eg eri takksamur fyri, at okkara sameindu hava gjørt tað, tey hava lovað okkum, sigur forsetin.

Síðstu nátt leyp russiski herurin enn einaferð á havnarbýin, Odessa við Svartahavið. 

Álopið hevur verið til umrøðu í ukrainsku stjórnini í dag, verður upplýst á boðtænastuni, Telegram.

- Vit eru eisini farin at fyrireika okkum til veturin, sum liggur fyri framman, sigur ukrainska stjórnin í dag.

Oleksij Reznikov, sum var verjumálaráðharri í Ukraina, varð herfyri skiftur út við Rustem Umerov.

Vit kunnu leggja aftrat, at Rustem Umerov kemur av Krim-hálvoynni, sum russar tóku frá Ukraina í 2014.

Rustem Umerov er nýggjur verjumálaráðharri í Ukraina. 

Rustem Umerov er nýggjur verjumálaráðharri í Ukraina.