Norðurkoreanskir hermenn fyrireika seg til at fara í bardaga saman við russiskum herdeildum.
Tað sigur verjuovastin í Ukraina, Oleksandr Syrskyi.
Fráboðanin kemur eftir eina samrøðu millum Syrskyj og amerikanska herovastan Christopher Cavoli, sum er amerikanskur yvirmaður í Evropa.
- Vit hava nógvar fráboðanir um, at norðurkoreanskir hermenn gera seg klárar at luttaka í stríðsátøkum saman við russiskum herdeildum, skrivar Syrskyj í einum uppslag á Facebook.
Syrskyj lýsir støðuna sum "trupla" og sigur, at tað eru "tekin um herðing".
Stutt frammanundan komu boð úr Moskva um, at forsetin í Russlandi, Vladimir Putin, hevur skrivað undir verjusáttmála við Norðurkorea.
##med2##
Tað kemur fram í kunngerð, sum varð lýst í dag.
Avtalan inniber, at bæði londini fáa skyldu til "beinanvegin" at veita hernaðarliga hjálp, um hitt landið verður hersett.
Tað varð avtalað millum Putin og norðurkoreanska leiðaran Kim Jong-un í juni eftir toppfund í norðurkoreanska høvuðsstaðnum, Pyongyang.
Yvirhúsið í Russlandi gav sáttmálanum sítt samtykki í vikuni, meðan undirhúsið samtykti hann í síðsta mánaði.
Sáttmálin styrkir tættari sambond millum Russland og Norðurkorea, eftir at Russland fór undir innrás í Ukraina í februar 2022.
Fleiri fráboðanir úr Suðurkorea og vesturlondum benda á, at Norðurkorea hevur sent vápn til Russlands.
Ukrainskir serfrøðingar siga, at teir hava funnið spor av vápnunum á støðum, har russisk álop hava verið.
Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky, segði hósdagin, at Norðurkorea hevur sent 11.000 hermenn til Russlands.
Russland hevur ikki váttað, at norðurkoreansku hermenninir eru til staðar í landinum.
Men Suðurkorea, sum heldur eyga við gongdini í grannalandinum fyri norðan, hevur váttað, at í minsta lagi 10.000 hermenn eru sendir úr Norðurkorea til Russlands.
Ritzau/Reuters