Ungarn ætlar ikki at seinka svenskum Nato-limaskapi

Ungarn hevur boðað frá, at tjóðartingið fer at geva Finnlandi grønt ljós mánadagin, men bíðað verður við svensku umsóknini.

Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, hevur lovað ikki at seinka svenskum limaskapi í Nato.

 

Tað sigur svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, sum hitti ungarnska forsætsráðharran í gjár.

 

- Orban kom tó ikki við nakrari frágreiðing um, hví Ungarn ikki góðtekur svensku umsóknina, tá landið mánadagin fer at góðkenna finsku umsóknina.

 

Tað var í samband við ES-toppfundin í gjár, at svenski forsætisráðharrin hitti ungarnska forsætisráðharran.

 

- Eg fekk onga sakliga frágreiðing um, hví Ungarn ikki góðkennir svensku umsóknina.

 

Ulf Kristersson sigur, at hann kortini fekk at vita, at Ungarn ætlar sær ikki at seinka svenskum limaskapi í Nato.

 

Ungarn hevur boðað frá, at tjóðartingið fer at geva Finnlandi grønt ljós mánadagin, men bíðað verður við svensku umsóknini.

 

Tað veit tíðindastovan NTB at siga í dag.