Ungir argjamenn aftur til AB

Tveir ungir leikarar, sum AB hevur sera góðar vónir til, hava skrivað sáttmála við AB.

Mynd: (AB) Sjúrður Henriksen, Øssur Hansen, høvðusvenjari, Rói Høgnason Wang

Tveir ungir leikarar, sum AB hevur sera góðar vónir til, hava skrivað sáttmála við AB. Teir eru 17 ára gamli Rói Høgnason Wang og 16 ára gamli Sjúrður Henriksen, báðir úr árgangi 2007. Teir hava verið í Danmark á ítróttarskúla. Sáttmálarnir eru galdandi fram til kappingarársenda í 2025.

 

- Rói er ein høgur og sterkur verjuleikari, ið fyrst og fremst spælir í miðverjuni. Hann er uppvaksin í AB og spældi í fjør sínar fyrstu U17-landsdystir, har hann spældi tríggjar landsdystir, skrvar AB og leggur afturat:

 

- Sjúrður er ein álopskendur miðvallari við sera góðum spælskili og tekniskum førleikum. Eins og Rói var hann eisini á U17-landsliðnum í fjør, har hann spældi heilar níggju landsdystir.

 

Báðir hava eisini tað til felags, at teir síðsta árið hava verið á ítróttareftirskúla hjá Holbæk Sportsakademi í Danmark.

 

- Her kláraði Sjúrður seg so væl, at hann bleiv valdur til ársins leikara á danska akademinum. Um Sjúrð Henriksen verður skrivað soleiðis á Instagram-vanganum hjá Holbæk Sportsakademi:

 

“Årets spiller går til en elev, som har udmærket sig ekstraordinært, ikke kun ved præstationer, men træningsparathed, træningsindsats og viljen for at gøre det ekstra for sig selv og sine holdkammerater til træning og i kampe. Årets spiller 2024 er Sjúrður Henriksen.”

 

Hóskvøldið fekk Sjúrður Henriksen sínar fyrstu minuttir á besta mansliðnum, tá hann bleiv skiftur inn í sigrinum ímóti NSÍ í Runavík. Rói Høgnason Wang var á bonkinum, men tað gongur ivaleyst ikki long tíð, áðrenn hann eisini fær sín fyrsta dyst.

 

AB hevur eisini fingið tilgongd av 20 ára gamla danskaranum, Luca Ørsted Thorstensen. Hann avloysir Filip í Liða, sum fer av landinum í lestrarørindum.

 

Mynd: (AB) Sjúrður Henriksen, Øssur Hansen, høvðusvenjari, Rói Høgnason Wang