Unglingi fyllir 94

Alex Sólstein, sum altið hevur verið ein virkin og sjónlig býarmynd, fyllir í dag 94 ár.

Orð og myndir: Dávur Winther

Skrivað hevur: Dávur Winther

 

Alex, sum í ein mansaldur var skúlastjóri, virkin í Skúlafyrisitingini, Musikkskúlanum, virkin í Føroya Symfoniorkestri, kórum og ikki minst í Klaksvíkar Hornorkestri, har hann eisini spældi við í vár, er sera væl fyri. Hann lesur nógv, spælir klaver, violin og so er tað dagligi biltúrurin ella báðir tveir. 

Er onkur konsert ella tiltak í býnum, ja, so sært tú Alex og Katrin, sum trúliga eru við. 

Alex er ikki orðafátækur. Hann er altíð við og er skjótur at koma við hugsanum sínum um hetta og hitt. Samstundis er Alex skemtingarsamur og veit frá nógvum søgum at siga. 

Soleiðis var eisini í dag, tá ið eg stakk inn á gólvið. 

Góði Alex, takk fyri tín eldhuga! Tær verður ynskt hjartaliga til lukku við degnum!

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

 

 

Orð og myndir: Dávur Winther