Ungur bilførari misti koyrkortið

Løgreglan ferðmátingar í Norðoyatunlinum í gjár

Úrslitið var, at ein ungur bilførari varð tikin fyri at koyra 115 km um tíman. Men av tí at hann hevði havt koyrikortið í styttri enn trý ár, so misti hann koyrirættin. Hann fær eisini eina bót og skal til nýggja koyriroynd.

Ein bilførari var tikin í Havn í gjár fyri at koyra oman eftir Tinghúsvegnum, har tað bara er loyvt at koyra niðaneftir. Tað fekk hann bæði bót og klipp í koyrikortið fyri.

Løgreglan einum prutli, har ljósini ikki vóru í ordan. Førarin fekk bót fyri at hava ein persón uppá, og tann persónurin fekk eisini bót fyri at sita á, tí tað er ikki loyvt.

Løgreglan var eisini sjónligi í náttarlívinum í nátt, men har var friðarligt, verður sagt. Tað var regn og ilsligt veður sum gjørdi, at fólk fóru skjótt til hús eftir at skeinkistøðini stongdu. Tó so var ein persónur koyrdur til hús. Hann lá avdottin, og fólk fingu hann ikki vakna, tí ringdu tey eftir løgregluni.