Uppvísningur á Skála

6-mannafør kvinnur: Jarnbardur vann í dag við aðrari manning enn í Fuglafirði

Fyri einari viku síðani vann Jarnbardur fyri fjórðu ferð í ár, og í dag vann hann fyri fimtu ferð í ár. Fyri viku síðani vóru tað tær, sum um túsundáraskiftið vóru umborð á bláa bátinum, sum vunnu. Tað gjørdu tær, tí tær loystu manningina, sum annars hevur vunnið hinar róðrarnar í ár. Fyri viku síðani mannaði tann manningin 5-mannafarið Píl í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum.

 

Í dag høvdu vikararnir mynstað av aftur, og tær, sum tríggjar tær fyrstu ferðirnar mannaðu Jarnbard, vóru umborð aftur.

 

Og tað slerdi ikki falskar mentir. Jarnbardur stakk seg beinanvegin framum Riddaran og Páll Fanga, og Jarnbardur vann í so stórum stíli, sum tað ber til. Í kappingini um næstfremsta plássið var Páll Fangi eina løtu undan Riddaranum, men tá ið bátarnir fóru um málið, var Riddarin tað mesta av einari hálvari bátslongd undan Páll Fanga.

 

##med2##