Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa. Skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski.
- Fiskiskapurin eftir upsa er misjavnur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Tvey pør og ein stakur trolari eru á gulllaksaveði.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein ísfiskatrolari og ein frystitrolari fiska svartkalva í bretskum sjógvi.
- Tað er bara ein trolbátur til fiskiskap í løtuni. Teir eru á landleiðini og koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.