Grein úr Sosialinum 6. august 2021:
– Eg legði ikki í at spæla fótbólt, men havi altíð havt áhuga fyri plantum og røkt urtagarðin hjá foreldrum mínum og ommu míni, áðrenn eg fekk mín egna urtagarð, sigur Dánial Jespersen í Havn.
Tá Dánial og Naina Jespersen leitaðu eftir húsum fyri góðum 15 árum síðani, ynsktu tey sær eini hús við urtagarði í einum veðurgóðum øki.
– Tá vit høvdu boðið upp á eini hús, fekk omma tað hugskot, at vit kundu keypa hennara hús undir Varða í Havn. Um tað var tí, at omma var bangin fyri, at eingin skuldi røkja urtagarðin, veit eg ikki, men vit keyptu húsini, omma fylgdi við – og urtagarðurin var røktur, sigur Dánial smílandi.
Í urtagarðinum vóru trø og runnar, men tað beindi Dánial burtur, tí hann vildi hava ein urtagarð við blómum.
10 ár seinni gera Dánial og Naina av at byggja eini nýggj hús á stykkinum. Nýggju húsini verða bygd í havanum, og tá tey vóru klár at flyta inn í, vórðu gomlu húsini tikin niður, og nýggjur urtagarður gjørdur, har ið gomlu húsini stóðu.
– Hetta var ein stór avbjóðing, tí havin skuldi gravast út og planerast. Vit ynsktu somuleiðis at varðveita ymiskt úr havanum, so nógv varð plantað í spannir, pottar og kassar og sett út trøðna í Havnardali, har vit kundu plantað ymiskt og seta pottarnar við gróðrinum.
Dánial og Naina fluttu inn í nýggju húsini fyri sjey árum síðani. Tey fóru beinvegin undir at gera ein urtagarð í syðra enda á stykkinum, har gomlu húsini høvdu staðið. Dánial hevur grivið alt sjálvur, tó við eitt sindur av hjálp frá Nainu. Hann hevur ikki nýtt maskinu, tí tað bar ikki til at fáa maskinu inn á stykkið, tí har vóru so nógvar plantur. Tað gekk væl at fáa allan gróðurin úr pottunum í moldina aftur. – Vit hava fingið okkum glasgyrðing kring stykkið fyri at fáa lívd og meiri ljós, og so sleppa vit eisini undan at mála garðin, sum heldur ikki skuggar fyri vøkstrinum, siga tey bæði.
Dánial hevur gjørt eina roynd við runni við reyðbókum, sum hevur eydnast væl, og hann heldur ikki, at reyðbøkurnar høvdu klárað seg, um garðurin ikki var úr glasi.
Tey hava næstan einki gras í havanum, tí tey leggja einki í at sláa grasið. Dánial vil heldur fáast við blómur. Hann hevur altíð fleiri blómur av sama slag í beðunum, tí tað sýnist størri og sær meiri dekorativt út, heldur hann.
##med2##
##med3##
Hann greiðir frá, at hann roynir at savna blómurnar eftir liti og peikar á eitt ljósareytt øki við blómum.
– Vit hava fleiri krókar í havanum og hava tí møguleika at sita uttanfyri og njóta sólina og fáa lívdina, og so kunnu vit eisini skoða urtagarðin.
Dánial greiðir frá, at hann sum yngri lænti bøkur um urtagarðar, men at hann seinastu árini hevur leitað sær íblástur á netinum.
– Eg havi síðan eg var heilt ungur havt samband við fleiri plantukøn fólk, eitt nú Jens Kjeld Jensen og Maritu Gulklett í Nólsoy og Annleyg Patursson í Hoyvík. Saman hava vit gingið runt í Føroyum og hugt eftir føroyska vøkstrinum, serliga hevur tað verið pílur og baraldur, sum er eitt granntræ, ið veksur vilt í Føroyum, greiður Dánial frá.
– Eg havi tikið greinar av fleiri plantum, sum eg eri komin framvið og havi síðani plantað tær her í havanum hjá okkum, so hetta er størsta savn av føroyskum píli í Føroyum. Eg havi deilt tær upp í oyggjar, so eg veit frá hvørjum fjalli tær koma, greiðir Dánial frá.
– Vit ynsktu, at fáa føroysku pílarnar kannaðar, og tá Jens Kjeld Jensen kom í samband við ein pálmaserfrøðing, vísti hesin serfrøðingur Dániali á eitt pálmaslag, ið kanska kundi vaksið í Føroyum, tí hesin pálmurin veksur vilt í Evropa. Dánial hevur fingið pálmin at vaksa í vakstarhúsinum, men hann veksur ikki væl uttanfyri, men Dániali dámar væl at ganga nýggjar leiðir og at royna nakað nýtt innan vøkstur.
Dánial hevur altíð havt vakstarhús, og fyri nøkrum árum síðani gjørdu Dánial og Naina sær eitt nýtt 20 fermetra stórt vakstrarhús, men tað er longu vorðið ov lítið.
##med4##
##med5##
##med6##
– Vakstrarhúsið er trý ára gamalt og er sveisað í Føroyum, so tað tolir alt veður. Eg vil sova trygt um náttina, tí tey keyptu vakstrarhúsini tola ikki okkara veðurlag. Vit brúka eisini vakstrarhúsið sum havastovu.
Í vakstrarhúsinum eru pálmar, jarðber, bonsaitrø, rósur, oliventræ og so dyrkar Dánial eisini plantur til at seta úti í havanum. Summar plantur tola ikki kuldan, so tær seti eg út um summarið.
At Dánial hevur holla vitan innan blómur og urtagarð fáa vit skjótt fatanina av. Eisini hevur hann í eitt tíðarskeið røkt plantufrøðiliga urtagarðin hjá Tjóðsavninum á Debesartrøð. Harafturat hevur hann royndir við at royna nýggjar leiðir og nakrar visjónir. Hann greiðir frá sterilu bjargablómuni í havanum, sum er muterað.
##med7##
##med8##
##med9##
– Tá plantur vaksa úr fræ hava tær líka ymsar ílegur sum mennisku. Hendan bjargablóman hevur ongar sáðberar og einki sáfang, tí er hon steril. Hon sær út sum ein nelikur ella ein rósa, og so er hon sera robust. Mutatiónin er farin fram í einum urtagarði í Suðuroy, haðani eg havi fingið hana. Eg tók øll síðuskotini frá og stiklaði tey og klipti hana niður fyri at fáa hana at formera seg. Henda bjargablóman er uppløgd til at fara í framleiðslu fyri at verða seld, heldur Dánial.
– Havin er livandi, og hann er ongantíð líka, og blómurnar koma upp í skotum. Fyrst eru tað tulipanurnar, og nú er tað primulurnar. Vit leggja ikki í stór trø, so vit hava bonsaitrø, sum er eitt lítið træ í eini skál, men tað sær út sum eitt stórt træ. Vit hava lagt okkum eftir at hava alt vetrargrønt, sigur hann.
– Eg eri bara sum eg eri. Tími ikki at brúka orku at vera sum hini. Mær dámar betri at vera orginal enn kopi, sigur Dánial Jespersen at enda.
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##