Amerikanski herurin hevur nú almannakunngjørt eitt video-brot, sum vísir samanstoytin millum russiskt jagaraflogfar og amerikonsku eftirlitsdronuna, sum endaði sínar dagar í Svartahavinum.
Video-brotið er tikið upp í einum upptøkutóli, sum var fest í dronuna. Upptøkan vísir, hvat hendir minuttirnar fyri samanstoytin - og síðan verður upptøkan avbrotin, tá samanstoyturin fer fram.
Russland hevur víst aftur, at jagaraflogfarið stoytti saman við amerikansku hernaðardronuni, sum gjørdi eftirlitsarbeiði í altjóða loftrúmi yvir Svartahavinum, nærindis Krim-hálvoynni.
Tað var í 2014, at Russland tók Krim frá Ukraina og metir økið kring oynna sum russiska. Altjóða samfelagið fordømdi hertøkuna, eins og meginparturin av heiminum fordømir russisku innrásina í Ukraina.
Um hesa leinkju, sum norska Dagbladet hevur, sæst video-brotið, har russiska jagaraflogfarið hevur beina kós móti amerikonsku dronuni - https://www.dagbladet.no/video/publiserer-video-av-dronesammenstotet/FWpvENTw