Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, hevur sagt við ráð sítt, at hon fer at byrja at koyra transkynd úr herinum frá 6. juni, um tey ikki sjálvi velja at fara úr herinum.
Tað upplýsir verjumálaráðið - eisini kent sum Pentagon - fyri tíðindastovuni AFP.
Harumframt fer herurin "beinanvegin" undir tilgongdina at vísa burtur 1.000 transkyndir hermenn, stendur í einum notati frá Hegseth.
Í eini fyriskipan 27. januar lýsti amerikanski forsetin, Donald Trump, at tað "at vísa ein falskan 'kynssamleika', sum er øðrvísi enn kynið hjá einum persóni, ger, at ein ikki megnar at lúka neyvu krøvini, sum krevjast fyri hertænastu."
Pentagon segði seinni, at tiltakið er ætlað fólki, sum hava fingið staðfest kynsdysfori ella hava havt tað fyrr.
Kynsdysfori er eitt hugtak fyri óbehag, sum fólk kunnu uppliva, tá kynssamleiki teirra ikki passar til teirra lívfrøðiliga kyn.
Sambært einum høgum embætismanni her vóru tilsamans 4.240 hermenn við slíkum sjúkuavgerðum við árslok í fjør.
Fyrr í vikuni avgjørdi Hægstirættur at lata bannið hjá stjórnini móti transpersónum í herinum fara í gildi.
Reuters skrivar, at notatið lýsir, hvussu Trump-stjórnin ætlar at gera skjótt av fyri at vísa túsundtals transkyndum hermennum burtur, eftir at hægstirættur slóðaði fyri, at forboðið kemur í gildi
Í notatinum sigur Hegseth, at transkyndir hermenn, sum eru í virknari tænastu, kunnu velja "sjálvbodnan skilnað" frá amerikansku hermonnunum fram til 6. juni.
Hermenn í herdeildunum hava freist til 7. juli.
Tá vindeygað fyri sjálvbodnari fráferð frá herinum er stongt, fer herurin at seta gongd á "óviljaðar einskiljingartilgongdir", stendur í notatinum, sambært Reuters.
Transkyndir amerikanarar hava verið útsettir fyri broyttum politiskum rákum seinastu árini. Demokratisku stjórnirnar hava roynt at loyvt teimum at veriðí herinum, meðan Trump roynir at halda teimum burtur.
Eisini í fyrsta forsetaskeiði sínum setti Trump avmarkingar í gildi fyri møguleikum hjá transkyndum at tæna í herinum.
Tó var tá talan um eitt minni umfatandi tiltak.
/Ritzau/