USA fer at seta innflutningstoll á vørur úr fleiri londum í dag 1. august.
Tollurin fyri umrøddu londini fer at liggja millum 10 og 41 prosent, upplýstu Hvítu Húsini í nátt okkara tíð sambært Reuters.
Fráboðanin kemur eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, í gjár skrivaði undir eina fyriskipan, sum javnar tollin.
Ein freist, sum amerikanski forsetin hevði givið londum, sum ikki hava gjørt handilsavtalu við USA, gongur út í dag.
Trump hevur fleiri ferðir sagt, at freistin ikki verður longd.
Fyrst í apríl boðaði forsetin frá innflutningi av vørum úr fleiri londum.
Sama dag, sum tollurin kom í gildi, valdi hann at seta fleiri av teimum í bíðistøðu í 90 dagar, har ein lægri grundtollur uppá tíggju prosent skuldi vera galdandi fyri flestu lond.
Hvítu Húsini almannakunngjørdu í nátt á heimasíðuni ein lista yvir lond, sum fara at fáa hægri toll frá 1. august - fleiri enn 60 lond standa á listanum.
Tey lond, sum ikki eru á listanum, fáa eins og áður ein grundtoll uppá 10 prosent.
Fyri nøkur lond á listanum er tollurin lægri enn tá Trump fyrstu ferð kunngjørdi teir í apríl.
Vørur úr India verða álagdar innflutningstoll uppá 25 prosent, meðan vørur úr Taiwan verða álagdar 20 prosent av tolli.
Upprunaliga varð sagt, at vørur úr India skuldu tollast við 26 prosentum, meðan vørur úr Taiwan skuldu tollast við 32 prosentum.
Tað øvugta er galdandi fyri onnur lond.
Meðan tað í apríl varð kunngjørt, at vørur úr Sveis fóru at rinda innflutningsgjald uppá 31 prosent, er hetta nú hækkað til 39 prosent.
/Ritzau/