Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Wisla Plock vunnu triðja dystin á rað í bestu pólsku fótbóltsdeildini.
Á Orlen leikvøllinum í Plock eydnaðist tað fríggjakvøldið Wisla at vinna 2-0 á Piast Gliwice.
Spanski miðvallarin, Jorge Jimenez legði Wisla á odda við einum góðum stútara beint undan steðginum. Tá ein tími var leiktur av dystinum gjørdi útiliðið sjálvmál.
Wisla Plock er fremst í deildini við níggju stigum fyri tríggjar dystir.
Komandi leygarkvøld spælir Wisla Plock dyst á útivølli móti Widzew Lodz.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Wisla Plock-Piast Gliwice 2-0 (1-0):
##med2##