USA og Nato samd: Russland er hóttanin

- Nato eigur at styrkja samstarvið við ES, sigur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide

Á Nato-toppfundi, sum er í Brüssel, eru USA og restin av Nato samd um, at tað er Russland, sum er hóttanin.

 

Tað sigur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, sum saman við fleiri øðrum er á Nato-toppfundinum.

 

Espen Barth Eide sigur eisini sambært norska kringvarpinum NRK, at Nato eigur at styrkja samstarvið við ES.