Útróðrarbátur sigldi á Glyvursnes

- Her var einki illgrunavert, sigur løgreglan.

Tíðliga í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein útróðrarbátur í nátt hevði siglt á Glyvursnes.

 

- Sambært MRCC fór hendingin fram um 03.30-tíðina. Teir høvdu verið í samband við skiparan á bátinum, og her var einki illgrunavert.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tá einki illgrunavert var uppi í hesi hending, gjørdi løgreglan ikki meira burtur úr málinum.

 

Sum skilst, hevði maðurin, sum var á bátinum, havt trupulleikar við sjálvstýraranum, sum helst var orsøkin til, at hann sigldi á land.