- Uttan Venus var ongin Serena

Tennis: Við hasum orðunum takkaði Serena Williams fyri seg – og tó

Mynd: (Scanpix) Serena Williams eftir dystin í gjár

​​​Serena Williams tapti í gjár í 3. umfari í US Open. Hon boðaði undan kappingini frá, at hetta var byrjanin til endan. Hon tapti í trimum settum móti Ajla Tomljanovic. Eftir dystin takki hon fyri og segði, at uttan eldri systrina, Venus, so var ongin Serena Williams. Fleiri altjóða miðlar skriva tó, at tað er áhugavert, at hon ikki vildi siga beinleiðis, at hetta var hennara seinasti dystur. Hon spældi betri til US Open, enn hon hevur gjørt seinastu tvey árini.

 

Tað letur upp fyri, at hon í framtíðini kann verða ein partur av tennisítróttini. Um tað er um við boksarunum, ið altíð skulu boksa ein dyst afturat, ella um tað er við tí fyri eyga, at spæla tvímansleik ella uppvísingardystir, verður tað bara gitt um.

 

Tað var í samrøðu við magasinið Vogue, at hon boaði frá, at tíðin sum tennisspælari nærkast endanum. Hon ynskir at royna aðrar avbjóðingar. Við sínum 23 Grand Slam sigrum er hon tann mest vinnandi spælarin í nýggjari tíð. Metið eigur tann í dag 80 ára gamla Margaret Court við 24 sigrum.

 

Mynd: (Scanpix) Serena Williams eftir dystin í gjár