Væl avgreiddur Conference League dystur á Tórsvølli

Conference League dysturin á Tórsvølli í gjárkvøldið millum HB og Brøndby varð avgreiddur í øllum góðum. Tað sigur løgreglan

Tíðindaskriv frá løgregluni:

 

Føroya Politi hevði fyrireikað seg væl til uppgávuna, og sum heild hevur alt gingið friðarliga fyri seg.

Friðarlig upptakt til dystin

Seinnapartin í gjár savnaðust nógvir Brøndby-fjepparar á Skálatrøð at hita upp til dystin. Politiið var sjónligt til staðar bæði til upphitingina, og tá ið farið var til gongu niðan í Gundadal. 

 

Onkur smávegis hending fór fram undir dystinum, har m.a. ein áskoðari varð burturvístur av Tórsvølli. Tó varð eingin handtikin undir dystinum, og sjálvur dysturin varð avgreiddur í øllum góðum. 

Nógv fólk í býnum í nátt

Nógvir fjepparar fóru í býin eftir dystin, og harafturat vóru eisini nógvir bretar av fregattini, sum liggur í Havn, í býnum. 

 

Í fleiri umførum varð neyðugt hjá politinum at leggja seg upp í spentar støður fyri at fyribyrgja og loysa ósemjur. 

 

Trý fólk handtikin

Trý fólk eru handtikin í nátt fyri brot á skilhaldsreglurnar. Ein teirra varð seinni eisini skuldsettur fyri harðskap ímóti einum politisti. Grundlógarhoyring verður seinni í dag.