Millum 110 og 120 fólk vóru á eldradegi í Vági seinasta leygardag. Myndirnar tók Theresa Kreutzmann.

Væl vitjaður eldradagur í Vági

Í kavaveðrinum seinasta leygardag leitaðu nógv fólk sær í VB-húsið til eldradag.

 

Millum 110 og 120 fólk vóru á eldradegi í Vági seinasta leygardag. Myndirnar tók Theresa Kreutzmann.

Leygardagin skipaði Vágs kommuna fyri fyrsta av tveimum árligum eldradøgum í ár.

 

Dagurin varð hildin í VB-húsinum.

 

Byrjað varð við einum vælsmakkandi morgunmatarborði, har varaborgarstjórin, Erhard Joensen, bjóðaði øllum vælkomnum.  

 

Síðan var felagssangur við kórinum, Orðið á Borðið og framløga við Sonna Smith um suðuroyskamálførið.

 

- Sigurð Marner Simonsen frá Styrki Fitness greiddi frá um rørslu og venjing fyri 60+, og Arnfinn Bjarkhamar og Arnfinn Thomassen greiddu frá um staðarnøvn í Vági.

 

Í Vágs kommunu fegnast tey um, at eldradagurin varð væl vitjaður, og sagt verður, at eini 110 til 120 fólk vóru til tiltakið í VB-húsinum.

 

- Vit takka øllum, sum møttu og teimum, sum skipaðu fyri og løgdu fram eins og øllum, sum gjørdu eldradagin so hugnaligan, siga tey í Vágs kommunu.

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

 

 

Millum 110 og 120 fólk vóru á eldradegi í Vági seinasta leygardag. Myndirnar tók Theresa Kreutzmann.