Vænta nakað av útróðri um vikuskiftið

Streymurin verður hampiligur í næstu viku, men hann verður liggjandi við høgætt og vindi tað mesta av vikuni.

Í dag er eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap norðanfyri; teir fáa mest av hýsu og toski, og eitt er á Føroyabanka, har teir fáa mest av hýsu, longu og so nakað av havtasku.

 

- Bæði ísfiskalínuskipini koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Í metingunum um tilfeingið í næstu viku, eru frystilínuskipini ikki nevnd. Tey eru helst gloymd, men vanliga plaga flestu frystilínuskip at vera til fiskiskap.

 

Og soleiðis er helst eisini í løtuni.

 

Streymurin verður hampiligur í næstu viku, men hann verður liggjandi við høgætt og vindi tað mesta av vikuni. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri teir næstu dagarnar.

 

Á Fiskamarknaði Føroya verður tó roknað við, at nakað verður av útróðri nú um vikuskiftið, og sagt verður, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.