Eitt ísfiskalínuskip er til fiskiskap og kemur væntandi inn at landa síðst í hesi vikuni.
Tað eru bara tvey størri ísfiskalínuskip eftir í flotanum, harav annað skipið ikki hevur verið so virkið leingi.
Men, frystilínuskipini eru fleiri.
Av frystilínuskipunum eru í løtuni trý í íslendskum sjógvi, og fýra fiska undir Føroyum.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri frystilínuskip fara at loysa teir næstu dagarnar.
- Streymurin verður brúkiligur, men harðnar, sum vikan gongur, og veðrið verður hampiligt.
Lagt verður aftrat, at fleiri útróðrarbátar helst fara at loysa í vikuni, og fiskiskapurin hjá útróðrarbátum hevur verið brúkiligur.