Tað upplýsti ein talsmaður hjá bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer, í dag, sambært tíðindastovuni Reuters.
- Íkastið er ymiskt, men tað verður ein munandi styrki, har eitt stórt tal av londum stuðla hermonnum, sigur Starmer.
Fleiri evropeisk lond - eitt nú Bretland og Danmark - hava áður víst á, at tey eru opin fyri at senda friðarvarðveitandi herdeildir til Ukraina.
Russland hevur fleiri ferðir vrakað øll uppskot um hermenn úr evropiskum og NATO-londum.
Enn er ógreitt júst hvørji lond luttaka og hvat tað inniber at taka lut í samgonguni.
/Ritzau/