Í dag landar Eysturbúgvin 160 tons av gulllaksi, og tað er Tavan í Leirvík sum keypir. Teir hava verið úti í umleið eina viku.
Joen Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, sigur, at hetta er fyrsta gulllaksalastin, sum virkið hevur keypt í vertíðini, sum nú er byrjað.
Vanligt hevur verið, at skipini, sum fiska gulllaks, plagdu at byrja, tá nakrir dagar vóru farnir av apríl, men nú er longu gongd komin á.
- Vit arbeiða gulllaks á virkinum í dag, og tað er hugaligt, at vertíðin longu er skotin í gongd, sigur stjórin.
Seinasta gulllaksavertíð, sum endaði í fjør heyst, vardi eisini longri, enn vanligt hevur verið seinnu árini.
Joen Magnus Rasmussen sigur, at fiskiskapurin hjá skipunum í vertíðini í fjør sum heild var brúkiligur.
- Samlaða nøgdin av gulllaksi, sum vit keyptu í fjør, var sløk 10.000 tons, sigur stjórin.