Vápnaframleiðslan minkaði í 2022

Sjálvt um kríggið í Ukraina hevur økt eftirspurningin eftir vápnum, so minkaði samlaði umsetningurin hjá heimsins vápnaframleiðarum í 2022.

 

Tað vísir ein frágreiðing frá Stockholms Internationale Fredsforskningsinstitut (Sipri), sum í dag er almannakunngjørd.

Teir 100 størstu vápnaframleiðararnir umsettu fyri 597 milliardir dollarar í 2022, sum er ein minking upp á 3,5 prosent samanborið við 2021.

Upphæddin svarar til 4.100 milliardir krónur.

Minkingin stendst av fløskuhálsum, sum hava gjørt tað trupult hjá vápnaframleiðarum at økja framleiðsluna, hóast eftirspurningurin er vaksin.

Diego Lopes da Silva, sum er granskari í Sipri, sigur, at afturgongdin var »óvæntað«.

/ritzau/AFP