Verkstova um havgransking í Nuuk

Granskarar á Havstovuni eru júst heimkomnir av verkstovu í Nuuk millum samstarvspartarnar í granskingarskránni um Havgransking í Norðuratlantshavi.

 

Hetta skrivar Havstovan á hav.fo.

 

Á verkstovuni vóru fyribils úrslit frá teimum fýra verkætlanunum, sum byrjaðu í 2022, viðgjørd. Talan er um verkætlananirnar COPS, FjordProcess, Blue ocean og TOPLINK. Havstovan er við í øllum fýra og hevur leiðsluna í tveimum av teimum. PhD studentar eru knýttir at tveimum av verkætlanunum og greiddu tær báðar frá áhugaverdum úrslitum.

 

Sara De Clerck, ið er knýtt at TOPLINK, legði fram um ferðing hjá skjórutum springara. Eitt beinleiðis samband millum útbreiðsluøkið við Føroyar og í Eysturgrønlandi er fyri fyrstu ferð ávíst við merkingum. Eisini varð kunnað um menning av arbeiðsháttum at greina aldur og nøring hjá grind og springara, umframt eitt fullfíggjað yvirlit yvir veiðu av grind og springara í Grønlandi og Føroyum.

 

Costanza Capelli, ið er knýtt at Blue ocean, vísti á ein møguleika at framsiga tilgongdina av ungfiski til svartkjaftastovnin. Vindviðurskiftini eitt ávíst ár (t.d. 2019) ávirka havumhvørvið í gýtingarøkinum vestan fyri bretsku oyggjarnar árið eftir (2020), sum síðani stýrir tilgongdini.

 

Granskingarskráin er fíggjað av donsku stjórnini, er umsitin av Granskingarráðnum, og hevur til endamáls at skapa økta vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi umframt at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark. Verkætlanirnar verða eftir ætlan lidnar í 2024/2025.