VIDEO: Daniel skoraði eitt flott mál móti Hobro

(Video) Daniel Johansen verður róstur fyri sítt brotssparksmál

Hillerød mátti vera Adrian R. Justinussen fyri uttan, tá teir spældu dyst á útivølli móti Hobro í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í kvøld. Adrian er ávegis til Armenia saman við føroyska A-landsliðshópinum.

 

Daniel Johansen var tó við frá byrjan í dystinum sum endaði við javnleiki 2-2. 

 

Monday Etim legði Hillerød á odda longu í triðja minutti, og í 36. minutti økti Daniel til 2-0 við einum væl skotnum brotssparki. Daniel hamraði bóltin upp í málhornið. 

 

Í seinna hálvleiki megnaði Hobro at skora tvær ferðir, og so endaði dysturin við javnleiki 2-2.

 

HER  ber til at síggja flotta málið hjá Daniel.

 

Hillerød er nummar sjey í deildini við 21 stigum. Teir eru tvey stig frá sætta plássinum, ið gevur rætt til at spæla í ovara endaspælinum aftaná lokið grundspæl.

 

Sunnudagin 24. november hevur Hillerød heimadyst móti Esbjerg. Seinasti dysturin undan vetrarsteðginum verður á útivølli móti HB Køge. Tann dysturin verður spældur 2. desember.