Fótbólts-Føroyar fegnast um enn eitt gott avrik hjá føroyska U21-landsliðnum.
Í kvøld vann U21-landsliðið 1-0 á Hvítarusslandi á Tórsvølli, og endaði á einum fjórða plássi í bólki G við 10 stigum. Talan er um triðu ferð í søguni, at eitt føroyskt U21-landslið fær eitt tveysiffrað stigatal í einari EM-undankapping.
Sigursmálið skoraði Noah Mneney við einum góðum stútara í 36. minutti.
HER ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá stroymingini hjá hvítarussiska fótbóltssambandinum frá flotta sigrinum hjá føroyska U21-landsliðnum:
##med2##
Føroyar – Hvítarussland 1-0 (1-0) - U21 EM-undankappingardystur
1-0: Noah Mnenéy 36.
Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Ási P. Dam, Gullbrandur Øregaard, Børge Petersen, Elias Rusborg, Martin Agnarsson – Áki D. Samuelsen (Leivur Fossdal Guttesen, 56.), Emil Weihe Joensen (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 56.), Noah Mnenéy, Olaf Báðrarson (Beinir Nolsøe, 82.) – Jørgen Nielsen (Gutti Dahl-Olsen, 89.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jóanes Eyðfinnson Davidsen, Jákup N. Vilhelmsen, Bergur J. Poulsen, Ejvind Restorff Mouritsen, Jens Erik Bruhn
Gult kort: Emil Weihe Joensen
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen