VIDEO: Heiðurliga avrikið hjá U21-landsliðnum í Kroatia

(Video) Síggj ein samandrátt av U21 EM-undankappingardystinum Kroatia-Føroyar 2-1 (1-0)

20 minuttir við 10 móti 11 leikarum, og feldir av tveimum brotsspørkum, har tað fyrra var ógvuliga ivasamt.

 

Føroyska U21-landsliðið kann lyfta høvdið høgt aftaná 1-2 tapið fyri Kroatia í EM-undankappingardystinum á útivølli. Beinir L. Nolsøe syrgdi við góðum stútara fyri føroyska málinum í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Talan var um fyrsta málið hjá Beinir fyri U21-landsliðið.

 

Avrikið gevur góðar vónir fyri dystinum móti Grikkalandi komandi týsdag klokkan 17. Dysturin verður spældur á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

HER  ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen.

 

HER ber til frá kroatiskum sjónvarpi at síggja ein samandrátt upp á sjey minuttir frá dystinum Kroatia-Føroyar 2-1 (1-0):

 

##med2##

 

Kroatia – Føroyar 2-1 (1-0) - EM U-21 undankappingardystur.

 

1-0: Marin Ljubičić br 39.

 

2-0: Franjo Ivanović br 89.´

 

2-1: Beinir Nolsøe 90.+3.

 

Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Ási P. Dam, Gullbrandur Øregaard, Børge Petersen, Elias Rusborg, Martin Agnarsson (Leivur F. Guttesen, 87.) – Poul Kallsberg (Beinir Nolsøe, 87.), Hanus Sørensen (Aron Janrskor Ellingsgaard, 87.), Noah Mnenéy, Olaf Bárðarson (Bergur J. Poulsen, 79.) – Jørgen Nielsen (Gutti Dahl-Olsen, 72.)

 

Á beinkinum: Jóannes Eyðfinsson, Mikkjal Hellisá, Leivur Fossdal Guttesen, Beinir Nolsøe, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Jens Erik Bruhn, Ejvind R. Mouritsen

 

Gult kort: Noah Mnenéy, Børge Petersen

 

Reytt kort: Gullbrandur Øregaard 74. (beinleiðis reytt)

 

Venjari: Eyðun Klakstein

 

Hjálparvenjari: Atli Gregersen