Fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið liggja Mikkjal K. Thomassen, og liðið hann er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm á einum evropeiskum plássi.
AIK Stockholm vann í kvøld á útivølli 2-1 á gamla stórliðnum, IFK Göteborg.
Benjamin Hansen skoraði sigursmálið hjá AIK seks minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat til stóran fagnað hjá útiáskoðarunum.
Heimaliðið javnaði í 88. minutti, og júst tá sá svart út hjá Mikkjali og hansara monnum at fáa trý stig. Dino Besirovic skoraði fyrra málið hjá AIK í fyrra hálvleiki.
AIK Stockholm hevur 48 stig á triðja plássinum. Hammarby hevur 50 stig á øðrum plássinum, og langt fremst er Malmö FF við 58 stigum. Í hølunum á AIK eru Djurgården við 47 stigum og Mjällby við 45 stigum.
Komandi sunnudag klokkan 13 tekur AIK Stockholm móti Elfsborg á Strawberry Arena.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum IFK Göteborg-AIK Stockholm 1-2 (0-1):
##med2##