VIDEO: Niðurlond vunnu U17 EM finaluna á Tórsvølli

(Video) Her eru hæddarpunktini frá finaluni Niðurlond-Noreg 2-1 (2-0)

Tað gjørdust Niðurlond, ið vunnu søguliga fyrsta EM-endaspælið í fótbólti, sum er leikt í Føroyum.

 

Í U17 EM finaluni hjá kvinnum vunnu Niðurlond í kvøld 2-1 á Noregi á Tórsvølli. Sostatt brast dreymurin hjá teimum norsku at vinna EM á tjóðardegi Noregs. Í steðginum var støðan 2-0. Niðurlond vunnu eisini 2-0 á Noregi í innleiðandi bólkaspælinum, og vóru Oranje ósigraðar í allari kappingini.

 

FSF hevur eisini vunnið ein stóran sigur við at hava avgreitt eitt endaspæl í Føroyum.

 

Hup Netherlands - og gratulerer Norge med sølvet og nasjonaldagen.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá søguligu fyrstu endaspælsfinaluni í fótbólti í Føroyum:

 

##med2##