Í dag upplivdu ferðandi við Smyrli, at brek var á høvuðsmotori á Smyrli, meðan siglt varð um Suðuroyarfjørð.
Nógv fólk var við Smyrli, og ma. hava fleiri starvsfólkaútferður verið í góðveðrinum í dag.
Boðini á ssl.fo í dag vóru hesi:
15. mai: Seinkingar á leið 7
Vegna brek á eina køliskipan til høvuðsmotorin á Smyrli verða seinkingar á komuni hjá Smyrli á Krambatanga kl. 16:20 og á fráferðini av Krambatanga kl. 17:30 í dag, hósdag 15. Mai.