YouTube rásin hjá Evropeiska hondbóltssambandinum, Eurohandball er hugtikin av avrikinum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í kvøld.
Elias skoraði seks mál í 35-26 (17-14) útisigrinum hjá THW Kiel í bólki E í EHF European League.
Eurohandball hevur valt at vísa fýra mál hjá Eliasi í samandráttinum á YouTube. Øll málini eru vøkur, serliga tað fyrsta hjá Eliasi í samandráttinum, har Elias skorar við einum "bowlingskoti".
Kiel er fremst í bólki E við seks stigum fyri tríggjar dystir.
HER ber til at síggja samandráttin við teimum fýra málunum hjá Eliasi:
##med2##