VIDEO: Sólin skínur gjøgnum gluggan

(Video) Síggj og hoyr børnini og abbabørnini hjá fráfarandi tingformanninum syngja

Fyri stuttum kom út nýtt lag, ið børnini og abbabørnini hjá fráfarandi tingformanninum, Jógvan á Lakjuni sungu inn í Studio 57, Bloch Studio og FH Studio.

Talan er um sangin: "Sólin skínur gjøgnum gluggan", ið Jógvan á Lakjuni hevur týtt úr donskum. Carsten Hessum eigur orð og lag.

Tað eru Bárður á Lakjuni og Niklas Johannesen sum hava arrangerað lagið.

Tónleikarar eru: Jóhan Hentze, Niklas Johannesen og Finnur Hansen.

Framleitt hevur Niklas Johannesen. Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað.

Karin á Lakjuni Simonsen syngur solo á útgávuni.

HER ber til at síggja og hoyra lagið, ið júst er blivið tøkt á YouTube: