Føroyska manslandsliðið tapti fyrr í dag í EM-undanbólki 6 32-35 fyri Ukraina í Vilnius í Litava. Í steðginum vóru Føroyar á odda 17-14, og eitt skiftið 10-4.
Talan er um ellinta dystin á rað, ið okkara tapa á útivølli. Samstundis hava Føroyar vunnið átta av teimum seinastu 10 heimadystunum.
Aftaná tveir dystir hava okkara tvey stig fyri tveir dystir.
Ukraina-Føroyar 35-32 (14-17) - EM undankappingardystur
Málskjúttar: Óli Mittún 8/12, Elias Ellefsen á Skipagøtu 7/10, Hákun West av Teigum 7/10, Vilhelm Poulsen 4/6, Pætur Mikkjalsson 2/2, Rói Berg Hansen 1/1, Peter Krogh 1/1, Janus Dam Djurhuus 1/2, Teis Horn Rasmussen 1/3.
Bjargingar: Pauli Jacobsen 12/44 = 27,27 prosent. Aleksandar Lacok 0/1.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum í Vilnius:
##med2##