VIDEO:THW Kiel uttan Elias fekk bank í Montpellier

(Video) Síggj ein samandrátt av fyrru fjórðingsfinaluni í Champions League Montpellier-THW Kiel 39-30 (20-16)

Uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu var THW Kiel fyri einum lemjandi tapi í tí fyrru fjórðingsfinaluni í EHF Champions League.

 

Kiel tapti í kvøld 30-39 fyri franska liðnum, Montepellier á útivølli. Í steðginum var Montpellier á odda 20-16.

 

Tað verður møtimikið hjá Kiel at venda samlaða úrslitinum í Wonderino høllini í Kiel, hósdagin 2. mai klokkan 17.45, og vóna tey í Kiel, at Elias verður klárur til tann dystin. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum í Montpellier í kvøld:

 

##med2##