viðmerking til Djóna N. Joensen

Tað er gleðiligt at hoyra, at Landsstýrismaðurin ynskir at finna loysnir, sum allir partar kunnu vera nøgdir við. Tað er eisini gleðiligt at hoyra, at ynski er, at øll børn skulu hava somu tænastu. 

 

Tó vóru tað hesu viðmerkingarnar, ið eg hefti meg við: 

 

“Tá hevur verið nevnt í hesum innsløgunum at tey foreldrini sum hesi 6 foreldrini, ella hvat tey fáa av, so er tað ikki einsbetýðandi við at hini EINKI hava fingið, tí tey hava fingið samstundis nakra hjálp frá sernám, men bara ikki akkurát hesa.”

 

Og seinni sigur tú aftur: “tað er komi eitt sindur skeift fram her, tí øll HAVA  fingið”.

 

Eg fái ikki slept hesum úttalislinum frá Djóna N. Joensen í kvøld, og standi spyrjandi til hvør hansara kelda er, tá hann kemur við einari so avgjørdari viðmerking í Degi og Viku í kvøld. Eg eri eisini áhuga í at vita, hvørja tænastu tín kelda sigur hesi børnini at hava fingið?

 

Tí veruleikin hjá fleiri foreldrum runt Føroya land samsvarar als ikki við hatta úttalilsi. 

 

Í seinastu viðmerking heitti eg á politikarar, um ikki einans at taka Sernám uppá ráð, men onnur við. Eg haldi fast við tí áheitannina. 

 

Og til endans vil eg líka leggja afturat, at har hevur ongantíð verið nakar ivi um, at dugnalig fólk starvast á Sernámi - eg havi møtt fleiri av teimum.

 

Vinarliga,

 

Linda Sunder