Vigga Hansen vann SprittFisk

Tað gjørdist 12 ára gamla Vigga Hansen úr Havn, sum átti besta filmin, tá Klippfisk herfyri skipaði fyri SprittFisk filmskapping um koronu.

Filmurin, sum ikki hevur heiti, er ein filmaður filosofiskur dagbókatekstur frá aktuella koronu-tiðarskeiðnum; heilt neyvt fevnir filmurin um dagin, tá kunngjørt varð, at skúlar, fritiðarskúlar og dagstovnar stongdu, og til konkluderandi skrivingina tann 18.mai, sum vardagurin, tá restin av skúlabørnunum i hesum aldrinum fóru i skúla aftur.

– Útsagnirnar eru kveikjandi og elva til kjak og hugsan. Filmurin setur spurningar um, hvussu mann skal liva, tá mann hevur tað á ein ávísan hátt, og hann leggur seg væl í dagbókasjangruna sum ein føroysk Anna Frank, men í filmsmiðli og við avbyrgingini í felag, sigur dómsnevndin um vinnandi filmin.

Ikki færri enn 19 filmar vóru í kappingini, og allir filmarnir vórðu stroymdir sunnukvøldið. Evnið til filmskappingina var korona, men kortini skuldu hvørki korona ella covid-19 nevnast í filmunum, sum skuldu vera millum tríggjar til sjey minuttir til longdar.

60 luttakarar kring Føroyar høvdu teknað seg til filmskappingina.

– Miðað varð eftir at fáa ein fjølbroyttan luttakaraskara, og má hetta sigast at hava eydnast til fulnar. Yngsti luttakari var seks ár og elsti luttakari var 76 ár. Ongi krøv vóru til filmsroyndir, filmsútgerð ella filmssjangru, siga fyriskipararnir handan SprittFisk.

Eftir sýningarnar avdúkaði Hanna Jensen vinnaran av filmskappingini SprittFisk 2020, sum altso gjørdist Vigga Hansen.

Tey trý, ið mannaðu dómsnevndina, vóru Heini i Skorini, Teitur Lassen og Hanna Jensen.

Sí filmin niðanfyri.

<iframe width="853" height="480" src="https://www.youtube.com/embed/YRW-jkOKJF0" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>